Nøgdin av ruski í heiminum veksur

Nøgdin av ruski í heiminum veksur
Nøgdin av ruski kring heimin veksur við rúkandi ferð, og tvífaldast til 2050
 
21.09.2018 - 17:30

Tað stendur í nýggjari frágreiðing frá Heimsbankanum, sum ávarar ímóti gongdini.

Orsøkin er, at fólkatalið í heiminum veksur. Størstu nøgdirnar eru í ídnaðarlondunum, hóast bert 16 prosent av fólkinum búgva í teimum londunum, stendur í frágreiðingini.

Men tað er serliga gongdin í menningarlondunum, sum fer at økja nógv um ruskið, sigur heimsbankin.

Eftir kanningini fer nøgdin av ruski í suðurasia at tvífaldast til 2050 og í Afrika fer nøgdin at trífaldast.
Verður einki gjørt, so fer tað at vera eitt afturstig fyri allan heimin, sigur menningarstjórin í heimsbankanum, Silpa Kaza.
Hann vísir á, at nógva kann sparast, um londini gera meir fyri at savna ruskið saman og endurvinna ein stóran part av ruskinum.
Sum er, verður 90 prosent av ruskinum tveitt á opin ruskpláss, uttan at meir verður gjørt við tað. Og tað er serliga galdandi í fátæku londunum.
Í býunum har trupulleikin við ruskin er størst, er væntandi játtan til ruskinnsavning størsti trupulleikin, vísir heimsbankin á.
Tí letur tað seg væl gera, at privatar fyritøkur taka um endan, og fáa gongd á endurnýtslu av nógva ruskinum, eru ráðini frá heimsbankanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846