Koyrikortið verður app

Koyrikortið verður app
Koyrikortið, sum vit kenna tað, verður skjótt ein app
 
23.09.2018 - 12:53

Danska fíggjarmálaráðið upplýsir, at seinast í 2020 verður møguligt at fáa koyrikortið sum app. Koyrikortið verður sostatt tað fyrsta samleikaprógvið, sum verður talgilt.

Danska stjórnin ætlar, at fólk skulu kunna hava samleikaprógvini uppi á sær, tá tey hava brúk fyri teimum. Og tí hevur stjórnin nú tikið fyrsta stigið til at talgilda tey.

Fyrsta átakið er at gera eina app til koyrikortið, sum skal vera klár innan 2020 er at enda komið, sigur Fíggjarmálaráðið

Plastikkið fer ikki í søguna

Plastikk-koyrikortið fer tó ikki í søguna, tí tað kann brúkast á sama hátt sum higartil.

Appin er sostatt bara eitt ískoyti til verandi skipan.

Danska stjórnin ætlar so líðandi at talgilda onnur samleikaprógv, til dømis heilsukortið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358