Kielsen fríggjar til Demokratarnar

Kielsen fríggjar til Demokratarnar
Landstingið í Grønlandi kemur saman aftur fríggjadagin, men enn hevur samgongan ikki funnið sær nýggjan meirluta
Kim Kielsen, landsstýrisformaður roynir enn at fáa nýggjan meirluta fyri síni samgongu
Mynd: savnsmynd  
 
25.09.2018 - 11:09


Nú IA ikki longur vil samráðast um nýggja samgongu í Grønlandi, noyðist Kim Kielsen, landsstýrisformaður at seta sítt álit á, at hin stóri andstøðuflokkurin, Demokratarnir, vil samstarva.

KNR skrivar, at Kim Kielsen hevur góðar vónir um at fáa meirluta aftur saman við Demokratunum.

Samgongutingingar vóru millum Siumut og Demokratarnar fríggjadagin, og Niels Thomsen, floksformaður hevur váttað, at fundur verður aftur millum flokkarnar í morgin.

Spurdur, hvat hann fer at gera, um tað ikki eydnast at gera semju við Demokratarnar, sigur Kim Kielsen, at hann hevur vón um at koma á mál.

Grønlendska landstingið kemur saman aftur fríggjadagin í hesu vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025