Nýggja hotellið eitur Hilton Gardens Inn

Nýggja hotellið eitur Hilton Gardens Inn
Nýggja hotellið, sum Atlantic Airways fer at reka við Staravegin í Havn, verður partur av heimsumfatandi Hilton ketuni
Martin Restorff (í miðjuni) verður stjóri á nýggja hotellinum. Á myndini sæst f.v. Jóhanna á Bergi, Martin Restorff og Niels Mortensen
 
27.09.2018 - 17:57

Tað boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.
 
Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja hotellinum, sum verður fýra stjørnað og stjóri verður Martin Restorff.

Hilton-ketan hevur 100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og kann draga kundar til Føroyar úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivinum.

- Hilton-navnið gevur okkum atgongd til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið, sigur Martin Restorff. Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton-ketuni, ið hóskar seg sera væl til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið væl til vinnuferðavinnu økið. 

130 stór kømur verða á Hilton Garden Inn Faroe Islands

Umframt royndirnar frá hotell-virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í Keypmannahavn. 

Seinastu 10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri-samstakinum, har hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576