Seta í skiftirættinum

Seta í skiftirættinum
Realurin hevur gjørt fleiri enn eina roynd at selja garnaskipið Anitu bæði í Føroyum og uttanlands, men higartil uttan úrslit.
 
05.10.2018 - 14:20

Tað varð upplýst í Skiftirættinum í dag. at Realurin hevur gjørt fleiri enn eina roynd at selja garnaskipið Anitu bæði í Føroyum og uttanlands tó uttan úrslit. 

Anita er einasta ogn hjá P/f Seta, sum er sent Skiftirættinum til tvingilsavtøku. Men krøvini móti felagnum eru nógv størri enn virðið á Anitu. 

Realurin er fyrsti og størsti veðrættarhavi í skipinum hjá partafelagnum. Kravið hjá Realinum er okkurt um 13 milliónir krónur. 

Annan veðrætt hevur spanski eigarin í Anitu. Tann veðrætturin er fýra milliónir krónur.

Ikki ber til at selja Anitu á tvingsilsuppboði í Føroyum, tí skipið liggur í Spania.

Men endin verður helst tann, at Anita verður seld á tvingsilsupppboði, upplýsti bústjórin, Óla Jákup Kristoffersen, í Skiftirættinum.

Skipið hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá tað fyrst misti ein mann og síðani varð tikið fyri at hava ov nógv gørn.

Skrásetingin sendi Skiftirættinum partafelagið Seta til tvingsilsavtøku í juni.

Orsøkin var, at felagið hevur bara ein nevndarlim. Teir skulu vera minst tríggir.

Felagið varð eisini sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku í fjør, tí tað hevði ikki latið roknskap fyri 2016. Men hann kom tó seinni.

Partafelagið varð tá tikið úr Skiftirættinum aftur.

Felagið helt fram við nýggjari nevnd og broyttum viðtøkum. 

Í nýggju nevndini vóru Jónas Sigmarsson í Havn, hann var eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður.

Angel Pego Vidal var eisini í felagnum, áðrenn tað varð umskipað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843