Fingu bót fyri at sigla við ribbáti

Fingu bót fyri at sigla við ribbáti
Føroya rættur hevur givið einum manni 12.000 kr. í sekt og einum smápartafelag 10.000 kr. í sekt fyri sigling við ribbáti.
 
05.10.2018 - 13:00

Føroya rættur hevur givið einum manni 12.000 kr. í sekt og einum smápartafelag 10.000 kr. í sekt fyri sigling við ribbáti. Hetta var eisini tað, sum ákæruvaldið kravdi.

Teir ákærdu játtaðu seg sekar, men teir hildu sektina vera ov stóra. Teir taka tó við dóminum.

Ákæruvaldið reist hálvan mai ákæru móti skipara á ribbáti og eigaranum í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2.juli í fjør.

Skiparin varð ákærdur fyri brot á kunngerðina um manning á førum, sum eru minni enn 20 bruttotons og sum eru í strandarsigling við upp til 12 ferðafólkum.

Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Løgreglan avgjørdi tí at kanna málið fyri at vita, hvussu trygdin hjá ferðafólkum er um borð á slíkum bátum.

Ákæra varð reist, tí manningin bara taldi ein, hóast fleiri enn fimm ferðafólk vóru umborð.

Og hesin eini hevði ikki størra dugnaskaparprógvið í sigling, hann hevði ikki góðkent trygdarskeið fyri sjófólk, og hann hevði heldur ikki heilsuváttan fyri sjófólk. 

Og einki fólk við dugnaskaparprógvi í motorpassing var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 kilowatt. 

Felagið, sum eigur bátin, Sp/f Rib62, varð ákært fyri brot á kunngerð um byggikrøv og útgerð og annað til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvi til ferðafólk ikki var endurnýggjað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650