Ferðavinnufelagið vil hoyrast

Ferðavinnufelagið vil hoyrast
Ferðavinnufelagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina at broyta lógina um leigubilasølu og meirvirðisgjald.
 
11.10.2018 - 10:34

Ferðavinnufelagið hevur skrivað til Fíggjarnevndina og biðið um fund, tí felagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar.

Uppskotið fær álvarsligar avleiðingar fyri ferðavinnuna, sigur Ferðavinnufelagið.

Fíggjarmálaráðið sendi ikki lógaruppskotið til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum.

Ferðavinnufelagið ætlar at greiða Fíggjarnevndini frá avleiðingunum og trupulleikunum, lógarbroytingin fær fyri ferðavinnuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112