Eingin framstig í Brexit-samráðingum

Eingin framstig í Brexit-samráðingum
Hóast ES og Bretland hava havt rættuliga ítøkiligar samráðingar um Brexit seinastu vikurnar, so eru eingi framstig gjørd.
 
12.11.2018 - 16:38

Michel Barnier, samráðingarleiðarin hjá ES, sigur í dag, at enn eru eingi framstig gjørd í samráðingunum um Brexit.

Tað er m.a. framvegis eingin loysn funnin fyri markið ímillum Írland og Norðurírland.

Keldur í ES siga, at ein semja er komin undir land, men at bretska stjórnin ikki er nøgd enn, og bíðað verður eftir eini avgerð í London, sigur belgiski uttanríkisráðharrin.

Bretska blaðið, The Independent, skrivar, at Theresa May, sum ætlaði at hava stjórnarfund í dag, hevur avlýst fundin. Ætlanin var annars, at bretska stjórnin skuldi góðkenna avtaluna við ES, skrivar blaðið.

Tað hevur helst við sær, at avtalan ikki er klár til í morgin, sum ætlanin hevur verið, og so er ikki sannlíkt, at ES fer at góðkenna eina møguliga avtalu í november, skrivar blaðið.

Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sigur kortini, at samráðingarnar millum partarnar halda fram, og at partarnir enn hava vón um eina smidliga avtalu.

Tey 27 londini, sum verða eftir, tá Bretland fer úr ES, standa saman, sigur ES ráðharrin í Eysturríki, Gernot Blumel, nú Eysturríki hevur formansskapin í samveldinum.

Og londini fara eisini at standa saman uttan mun til, um nøkur avtala fæst ímillum Bretland og ES, sigur hann.

Á fundi í morgin, týsdagin, fer bretska stjórnin at hava fund, og tá vónar Theresa May, forsætisráðharri, at hava eitt uppskot til eina avtalu at leggja fyri stjórnina.

Men hon er undir trýsti, tí fleiri av hennara egnu tinglimum og norðurírski stuðulsflokkurin, DUP, siga seg ikki kunna góðtaka eina avtalu, sum letur Norðurírland halda fram við teimum treytum, sum ES setir, um eingin semja fæst um markið ímillum Írland og Norðurírland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815