Spyr løgmann um byrging um Haraldssund

Spyr løgmann um byrging um Haraldssund
Óluva Klettskarð vil hava at vita, hvørjar ætlanir Landsverk hevur um at gera byrgingina lidna
 
16.11.2018 - 09:22

Óluva Klettskarð í Tjóðveldi hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann, um byrgingina um Haraldssund

Hon spyr, hvørjar ætlanir Landsverk hevur um at gera byrgingina um Haraldssund lidna, og um løgmaður heldur, at tað er skilagott at teingja arbeiðið at gera nýggjar tunlar norður Fjall saman við arbeiðnum at gera byrgingina um Haraldssund liðugt.

Aksel V. Johannesen umsitur í løtuni samferðslumál í landsstýrinum. 

Óluva Klettskarð sigur í viðmerkingunum til spurningin, at í 2008 fekk Landsverk eina játtan at gera ætlan um at gera byrgingina lidna.

30 mió. kr.

Einaferð varð arbeiðið mett at kosta 30 milliónir kr.

Í Samferðsluætlanini frá 2012 til 2024 verður mælt til, at farið verður undir verkætlanina beinanvegin.

Óluva Klettskarð sigur, at byrgingin um Haraldssund lýkur ikki dagsins krøv. Í ringum veðri er ofta ikki koyrandi fyri sjóroki. 

Løgtingið fer á fundi týsdagin at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290