Kommunur sleppa ikki at hækka botnfrádráttin

Kommunur sleppa ikki at hækka botnfrádráttin
Kommunur vilja heldur ikki hækka botnfrádáttin, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini
Kommunufelagið sigur, at meiriluti er ikki í felagnum fyri at hækka botnfrádráttin.
 
22.11.2018 - 12:59

Heldur ikki hesa ferð fær uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommununum loyvi til at hækka botnfrádráttin í skattinum stóra undirtøku í tinginum.   

Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, halda, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga fyri at áseta botnfrádáttin í skattinum sjálvar. 

Meirilutin mælir tí frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin heldur tó, at heimild til kommunurnar sjálvar at áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum kundi givið kommununum eitt kærkomið skattligt stýringaramboð aftur at kommunuskattaprosentinum og barnafrádráttinum. 

Men neiligu avleiðingarnar eru størri. Millum annað kann hugsast, at smáu kommunurnar fara ikki at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at Kommunufelagið hevur boðað frá, at meiriluti er ikki fyri uppskotinum í Kommunufelagnum. 

Andstøðumenninir í Fíggjarnevndini mæla tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum. 

Uppskotið lættir um skattabyrðuna hjá teimum lægst løntu, sum bara rinda kommunuskatt, sigur minnilutin.  
 
Fólkaflokkurin hevur oftari enn eina ferð fyrr havt líknandi uppskot í tinginum, men tað hevur ikki vunnið frama.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709