Elveitingareftirlitið verjir príshækking hjá SEV

Elveitingareftirlitið verjir príshækking hjá SEV
Oljuprísurin og seinkað vindorka eru orsakirnar til, at Elveitingareftirlitið hevur góðkent, at SEV hækkar prísin í 2019
Oljan kostar nógv hjá SEV.
 
05.12.2018 - 09:24

Oljuprísurin og seinkað vindorka eru orsakirnar til, at Elveitingareftirlitið hevur góðkent, at SEV hækkar prísin í 2019.

Oljan fer at kosta SEV 65 mió. kr. meira næsta ár enn hon gjørdi í 2016, tá oljuprísurin var tann lægsti í nógv ár, og góðar tíggju milliónir meira enn í ár.

Vindmyllulundirnar eru harafturat seinkaðar, so ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn áður mett. 

Prísurin fyri streym hjá húsarhaldunum verður tann sami næsta ár, sum hann var árini 2013 til 2016, 1 kr. og 89 fyri kilowatttíman.  

Í 2019 væntast skuldin hjá SEV at verða 1,5 mia. kr.

Og hon kann fara heilt upp í 2,4 mia. kr. í 2025, sigur Elveitingareftirlitið, sum tekur undir við, at skuldin hjá SEV ikki kann vera størri enn seks ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum fyri rentur og avskrivingar. 

Elveitingareftirlitið sigur, at kapping um vindorkuna kann hava positiva ávirkan á elveitingina, um onnur enn SEV kunnu bjóða seg fram við kappingarførum prísum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101