53 spurningar til Landsverk um Glasir

bannari
53 spurningar til Landsverk um Glasir
Um sjey dagar, hin 12. desember, skal Landsverk hava svarað tilsamans 53 spurningar um skúladepilin í Marknagili í Havn.
 
05.12.2018 - 09:49

Mikudagin í síðstu viku, hin 28. november, boðaði Samferðslumálaráðið frá, at landsstýrismaðurin vildi hava alt byggimálið kannað.

Í gjár var Samferðslumálaráðið liðugt at orða spurningarnar, sum ráðið vil hava Landsverk at svara.

Sambært Samferðslumálaráðnum er endamálið við gjøgnumgongdini og svarunum upp á spurningarnar í fyrstu atløgu at fáa eina mynd av leiklutinum hjá Landsverki í samband við verkætlanina Glasir. 

Tá ið frágreiðingin er liðug, fer Samferðslumálaráðið at viðgera hana og at gera niðurstøður um, ella hvussu farast skal víðari við málinum, og møguliga meta nærri um, hvussu almennar byggiverkætlanir frameftir kunnu verða betri skipaðar og stýrdar.

Í innganginum til teir 53 spurningarnar til Landsverk sigur Samferðslumálaráðið, at Mentamálaráðið eigur Glasir. Hóast Samferðslumálaráðið ikki hevur myndugleika at kanna onnur aðalráð, so eru tó nakrir spurningar um viðurskifti í Mentamálaráðnum. 

- Hetta tí, at tað er sera týðandi at fáa rættvísandi mynd av málinum, og at samstarvið, samskiftið og kunningin ímillum Landsverk og Mentamálaráðið verður lýst, skrivar Samferðslurmálaráðið millum annað.

Landsverk skal svara teimum 53 spurningunum í seinasta lagi 12. desember - tað er mikudagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392