Halda eitt vakið eyga við Huawei

Halda eitt vakið eyga við Huawei
Fregnartænastan hjá donsku verjuni heldur vakið eyga við Huawei eftir lond hava sett handilstiltøk í verk móti fyritøkuni.
 
07.12.2018 - 12:32

Fregnartænastan hjá donsku verjuni heldur eitt vakið eyga við Huawei, ið er samstarvsfelagi hjá TDC í Danmark og samstarvsfelagi hjá Føroya Tele her heima. 

Higartil hava bæði myndugleikar og leiðslurnar í TDC og Føroya Tele sagt, at Huawei, ið hevur tøtt bond til kinesisku stjórnina, ikki er nøkur hóttan móti trygdini í londunum.

Tætta samstarvið í sambandi við útbyggingar av einum 5G infrakervi ger tó, at fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur kinesiska KT-risan á radaranum, sigur Lars Findsen, leiðari fyri fregnartænastuna við Jyllandspostin. 

Tøttu bondini til kinesisku stjórnina hava havt við sær, at handilstiltøk eru sett í verk móti Huawei bæði í USA og í Onglandi. Fyrr hava eisini Australia, USA og Kanada sett Huawei á svartalista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu-njósning.

Fyrr í vikuni var fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou, handtikin í Kanada. Hon verður væntandi útflýggjað til amerikansku myndugleikarnar, ið hava illgruna um, at Huawei hevur selt útgerð til Iran í stríð við handilsforðingarnar, sum eru settar í verk móti Iran.

Meng Wanzhou er dóttir stovnaran av fyritøkuni, ið hevur tøtt bond til kinesisku stjórnina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328