Friðarligt, men nógv fólk dottin í hálkuni

Friðarligt, men nógv fólk dottin í hálkuni
Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um fólk, sum eru dottin í ringu hálkuni um vikuskiftið
 
09.12.2018 - 08:55

Vikuskiftið hevur sum heild verið friðarligt, hóast nógv jólaborðhald hava verið hildin og nógv fólk hava verið í býnum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Løgreglan hevur tó um vikuskiftið fingið nógvar fráboðanir um fólk, sum eru dottin í hálkuni, har neyðugt annaðhvørt hevur verið at ringja eftir sjúkrabili ella hjálp til fólkini.

Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið og nátt ferðslukanningar kring alt landið. Ein bilførari í Norðoyggjum varð tikin fyri at koyra ávirkaður, og ein annar fær bót fyri at koyra við summardekkum.

Løgreglan hevur eisini verið úti og kannað tey ymisku skeinkistøðini um landið, men har var einki at seta fingurin á, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523