Nýtt uttandura roykiforboð í Svøríki

Nýtt uttandura roykiforboð í Svøríki
Tað verður torførari og torførari at vera roykjari í Svøríki. Nú verður roykiforboð eisini galdandi á almennum uttandura økjum.
 
13.12.2018 - 12:26

Roykjarar í Svøríki fara frameftir at hava enn truplari at finna eitt stað at festa sær í sigarettina. Næsta summar verður nýtt uttandura roykiforboð sett í gildi í Svøríki.

Nýggja roykiforboðið forbjóðar royking á ymsum uttandura økjum sum til dømis á uttandurða matstovum og almennum økjum, tað vil siga á spæliplássum, busssteðgistøðum, ítróttaøkjum og jarnbreytarpallum. Tað skrivar svenska Aftonbladet

Frammanundan hevur svenska stjórnin fleiri ferðir hert galdandi roykiforboð - eitt nú er tað ikki loyvt at roykja á svensku strondunum.

Tað var tó ein heldur ørvísi atkvøðugreiðsla í svenska Ríkisdegnum. Hóast tað eru meira enn 13 vikur síðan, at val var í Svøríki, er eingin stjórn skipað enn.

Uppskotið fekk 142 atkvøður, meðan 120 atkvøddu ímóti. Svøríkisdemokratarnir og Liberali flokkurin atkvøddu ikki. 

Visjónin hjá stjórnini er eitt roykfrítt Svøríki í 2025, og í so máta gongur tað rætta vegin, tí einans 11 % av svium roykja.

Føroyingar, sum nú roykja minni enn nakrantíð, eru tó fleiri í tali. Nýggjasta Gallup-kanningin vísir, at 20 % av føroyingum roykja. Tó eru tað einans 15 % av kvinnunum, sum roykja. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050