Rigmor yvirlivdi misálit

Rigmor yvirlivdi misálit
Tað eydnaðist ikki andstøðuflokkunum at fáa meiriluta fyri misálitisuppskotinum á Rigmor Dam
15 fyri, 15 ímóti og tríggjar blankar bjargaði Rigmor Dam landsstýriskvinnulívi
 
20.12.2018 - 03:13

Tá atkvøðast skuldi, vóru 15 atkvøður fyri, 15 atkvøður í móti og tríggjar blankar atkvøður. Kristin Mikkelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøddu hvørki fyri ella ímóti, og tí fall uppskotið. 

Vónbrotin formaður

Tað var tó týðiliga við ringum tannabiti, at Páll á Reynatúgvu trýsti á atkvøðuknøttin. Løgtingsformaðurin tók orðið, sum tann seinasti, og fanst hvassliga at bæði løgmanni og at Rigmod Dam, fyri at hava latið hetta mál koma so vítt, at løgtingið noyddist atkvøða um tað. Páll á Reynatúgvu segði seg vera vónbrotnan av løgmanni og landsstýriskvinnuni við mentamálum, at tey ikki fyrr enn nú - í evstu - løtu, alment og treytaleyst tóku ábyrgd av málinum. 

Kanning

Brennandi spurningurin nú, er um øll handfaringin hjá Mentamálaráðnum, skal kannast. Rigmor Dam segði seg sinnaða at lata seg og sín leiklut kanna av óheftum kanningarstjóra ella løgtinginum - og landsstýrismálanevndin var eisini nevnd. Ógreitt er tó, um landsstýrismálanevndin hevur heimild til tílíka kanning. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952