
Caption:
Hildið verður, at ein treylari hjá bryggjarínum Carlsberg elvdi til vanlukkuna.
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Løgreglan hevur alla nátt kanna ferðafólkatokið, og hevur funnið tvey deyð fólk aftrat.
Sostatt hevur vanlukkan kravt tilsamans átta mannalív, fimm kvinnur og tríggjar menn, og 16 fólk eru løstað, men tey flestu eru útskrivað.
Enn er ikki endaliga staðfest, hví vanlukkan hendi, men skaðanevndin sigur, at ein treylari, sum stóð á einum farmatoki, rakti ferðafólkatokið, ið var á veg til Sælands tíðliga í gjáramorgunin.
Tokini koyrdu fram við hvør øðrum, tá treylarin datt av farmatokinum.
131 fólk vóru í tokinum.
Hetta er ringasta tokvanlukka í Danmark í 30 ár.