Fýra hava lækkað, eingin hevur hækkað prosentið

Fýra hava lækkað, eingin hevur hækkað prosentið
Miðal kommunuskattaprosentið í kommununum í 2019 er 20.19 prosent. Tað er ein lítil lækking í mun til  miðal skattaprosentið í fjør
Skattaprosentið í Skopun er 21,50. Í fjør var tað 21,75.
 
05.01.2019 - 10:09

Miðal kommunuskattaprosentið í føroysku kommununum í 2019 er 20.19 prosent. Tað er ein lítil lækking í mun til  miðal skattaprosentið í fjør, tá tað var 20.24 prosent.

Tað vísir yvirlit, ið TAKS hevur gjørt fyri skattatrýstið í føroysku kommununum.

Kommunurnar við lægsta skattaprosentinum í ár, eru Fugloyar- og Skúvoyar kommunur, við 16 prosentum og Fámjins kommuna við 17 prosentum.

Kommunurnar við hægsta skattaprosentinum í ár eru Runavíkar-, Vága- og Skálavíkar kommunur við 22 prosentum.

Fugloyar kommuna hevur eisini hægsta barnafrádrátt í ár - hann er 10.000 krónur. Vágs kommuna hevur lægsta barnafrádrátt - í Vági er barnafrádrátturin 4500 krónur.

Flestu kommunurnar hava óbroytt skattaprosent í ár. Eingin hevur hækkað skattin, men nakrar hava lækkað hann. 

Skatturin er lækkaður í Skopun, á Tvøroyri, í Hvalba og í Fámjin. Størsta lækkingin var í Fámjin, har skattaprosentið fór úr 19 niður í 17 prosent.

Barnafrádrátturin stendur eisini í stað í flestu støðum. Eingin kommuna hevur lækka barnafrádráttin, men í Húsavík, Runavík og í Skálavík er hann hækkaður í ár í mun til í fjør. Størsta hækkingin var í Runavíkar kommunu, har barnafrádrátturin hækkaði 1500 krónur, úr 6500 krónum upp í 8000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928