Sáttmáli 15 mánaðir aftur í tíðina

Sáttmáli 15 mánaðir aftur í tíðina
Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt ein trý ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober 2020
Fíggjarmálaráðið ger enn sáttmálar fyri teir, sum fóru úr gildi í 2017.
 
10.01.2019 - 07:18

Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt ein trý ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober 2020.

Sambært sáttmálanum, sum er galdandi frá 1.oktober 2017, hækkaði lønin tann dagin 0,90 prosent, 1.oktober í fjør hækkaði lønin 0,50 prosent og 1.oktober í ár hækkar mánaðarlønin 0,30 prosent.

Harafturat eru broytingar í sáttmálnum, sum gera, at endalønin hjá bioanalytikarum hækkar øll trý árini.

Ásetingar um barnsburð eru broyttar eins og í øðrum sáttmálum, sum eru gjørdar hetta skeiðið. 

Hetta merkir, at kvinnur í Bioanalytikarafelagnum hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610