Mugu kanska lata eitt sambýli aftur

Mugu kanska lata eitt sambýli aftur
Eldrasamstarvið í Suðuroynni hevur hall, og í ringasta føri verður kanska neyðugt at lata eitt sambýli aftur.
 
11.01.2019 - 12:54

Hallið hjá Bú- og Heimatænastuni  í Suðuroynni fyri 2018 verður 3 milliónir krónur. 

Tað verður kanska neyðugt at lata annað av sambýlunum í oynni aftur, hevur stýrið boðað landsstýrinum frá.

Tað sæst í brævið frá stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna til landsstýrið.

Í fjør hótti stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna at blaka frá sær, tí tey fingu ikki endarnar til at røkka saman fíggjarliga. Tey bóðu landsstýrið um eina serskipan á sama hátt sum í Sandoynni, men tað fingu tey ikki.

Í desember í fjør gjørdi stýrisformaðurin so landsstýrinum greitt, at tað kanska verður neyðugt at lata annað av eldrasambýlinum í Suðuroynni, tí roknskapurin hjá eldrasamstarvinum vísir eitt hall.

Hallið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy verður í 2018 góðar 3 milliónir krónur, og tá eru fleiri lógarkravdar tænastur og tænastur, sum eru í øðrum pørtum av landinum, í dag ikki í Suðuroynni, stendur í skrivinum frá Dennisi Holm, formanni í stýrinum, til landsstýrið. Vóru hesar tænastur við, so var hallið omanfyri 5 milliónir krónur, skrivar stýrisformaðurin.

Í brævinum, sum er sent 17. desember, rør stýrisformaðurin eisini framundir, at neyðugt verður kanska at lata eitt sambýlið aftur.

Dennis Holm, stýrisformaður, skrivar:

"So um støðan framhaldandi er tann, at Suðuroyggin ikki fær eina serskipan á eldraøkinum, so verður neyðugt at niðurleggja annað av eldrasambýlunum í Suðuroynni, fyri at spara tær 3-5 milliónir krónurnar, sum kommunurnar hava í halli."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120