Hópuppsagnir í Tesla

Hópuppsagnir í Tesla
Hóast Tesla í fjør framleiddi flest bilar í søguni hjá fyritøkuni, hevur fyritøkan trupult við at selja nokk av dýru el-bilunum
 
19.01.2019 - 14:04

Fyritøkan Tesla, sum ger elektriskar bilar, fer at siga umleið 3.000 starvsfólk upp. Hópuppsagnirnar koma, sambært bretska kringvarpinum, í kjalarvørinum av torførasta árinum hjá fyritøkuni higartil.

BBC skrivar, at Elon Musk sendi starvsfólkunum ein teldupost fríggjadagin, har hann boðaði frá torføru støðuni hjá fyritøkuni.

- Hóast vøksturin er góður, er tað torført at gera Tesla-bilar eins bíligar og bilar, ið brúka brennievni, skrivar stovnarin, Elon Musk, í teldubrævinum.

Fleiri enn 45.000 fólk arbeiða hjá Tesla, og umleið 3.000 teirra verða søgd úr starvi komandi tíðina. Tað svarar til 7 %. 

Tá virðisbrævamarknaðurin opnaði í Amerika fríggjadagin, varð virðið á partabrøvum hjá Tesla lækkað við seks prosentum. 

Hóast hetta, var 2018 samstundis tað mest væleydnaða árið hjá Tesla higartil, og fleiri bilar vórðu framleiddir í fjør enn tað vórðu øll ár frammanundan til samans.  

Trupulleikin tykist tó vera prísurin av Tesla-bilunum, sum sambært stovnarinum eru ov dýrir fyri flest fólk, og vinningurin er tí av somu orsøk ov lítil. 

Framhaldandi fer Tesla at arbeiða við at framleiða ymsar útgávur av el-bilum fyri ein bíligari penga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980