Vil kriminalisera sálarligan harðskap

Vil kriminalisera sálarligan harðskap
Danski løgmálaráðharrin vil hava eina sjálvstøðuga áseting í revsilógina, sum forbjóðar sálarligum harðskapi
 
19.01.2019 - 15:24

Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, vil hava sjálvstøðugar ásetingar viðvíkjandi sálarligum harðskapi í revsilógina.

- Sálarligur harðskapur hevur stórar avleiðingar fyri offrini, børn teirra og familjur teirra. Tí vilja vit hava eina sjálvstøðuga áseting í revsilógini viðvíkjandi sálarligum harðskapi, sigur løgmálaráðharrin við danska kringvarpið.

Í løtuni verður arbeitt við ásetingini, sum løgmálaráðharrin vil hava í revsilógina. Pape Poulsen er bjartskygdur um ætlanina, og hann væntar, at lógaruppskotið kann verða samtykt til heyst. 

Endamálið er sambært løgmálaráðharranum, at gera tað greitt, at sálarligur harðskapur er eins ræðuligur og kropsligur harðskapur.

- Eg haldi ikki, at samfelagið viðurkennir hendan trupulleikan, og tí eru vit noydd til at herða arbeiða viðvíkjandi sálarligum harðskapi, sigur ráðharrin við DR.dk. 

Danski Fólkaflokkurin og Sosialdemokratarnir siga seg stuðla ætlanunum hjá løgmálaráðharranum. 

Harumframt ætlar Pape Poulsen at gera ein arbeiðsbólk, sum skal kanna, hvørji onnur tiltøk kunnu vera við til at fyribyrgja sálarligum harðskapi.  

Leiðarin á donsku kvinnukreppumiðstøðini í Keypmannahavn, Lisbeth Jessen, fegnast um ætlanirnar. 

- Kriminaliseringin av sálarligum harðskapi betrar munandi um rættarstøðuna hjá offrum, sum síðani kunnu venda sær til løgregluna, tá tey hava verið úti fyri sálarligum harðskapi, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328