Tvey ferðsluóhapp á sama stað

Tvey ferðsluóhapp á sama stað
Tvey ferðsluóhapp vóru í gjár á sama stað við innkoyringina til Norðragøtu
 
02.02.2019 - 10:34

Eins og undanfarnu dagarnar kavaði tað illa til tíðir í gjár. Í tveimum førum hevði tað við sær, at bilar fóru út av vegnum - ein í Sundalagnum og ein á Sandavágshálsi, men eingin fólkaskaði stóðst av tilburðunum.

Av løgreglustøðini verður eisini sagt, at tvey ferðsluóhapp vórðu á sama stað í gjár - við innkoyringina til Norðragøtu. Ein bilur á veg suður eftir var ov seinur at lækka ferðina, tá ein annar bilur skuldi snara inn til Norðragøtu og rendi á bilin frammanfyri. 

Í seinni førinum var talan um ein bil, ið skuldi úr Norðragøtu og út á landsvegin, men yvirhelt ikki víkiskylduna og rendi á ein bil, ið koyrdi á landsvegnum. Í báðum førum vórðu sjúkrabilar tilkallaðir og eitt fólk var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083