- Tíðindi, mentan og ítróttur
Happing í fólkaskúlanum kannað
Happing í fólkaskúlanum er kannað fyri triðju ferð. Mentamálaráðið gjørdi kanningina.
Kanningin er gjørd, og greining og frágreiðing verða gjørdar í løtuni.
Tær ger Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Eftir ætlan verða úrslitini løgd fram um mánaðarskiftið apríl/mai, skrivar Skúlablaðið.
Hvørji átøk verða skipað í sambandi við kanningina er ikki avgjørt enn.
Fylgibólkur
Fylgibólkur fylgir arbeiðinum og verður við til at mæla til átøk.
Í fylgibólkinum eru umboð fyri Nám, Sernám, Undirvísingarstýrið, Mentamálaráðið, Heim- og skúla, Skúlaleiðarafelagið, AKT-lærararfelagið, Lærararafelagið og Kommunufelagið.
Kanningin fevnir um tríggjar árgangir í fólkaskúlanum, fimtu, sjeyndu og níggjunda flokkarnar.
Endamálið við kanningini er at lýsa, um happing er økt ella minkað í fólkaskúlanum síðan 2015, tá seinasta kanningin varð gjørd.
Tann kanningin vísti, at 13 prosent verða happað og 16 prosent happa.