Vegleiðing um lógarsmíð

Vegleiðing um lógarsmíð
Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur dagført rundskrivið um lógarsmíð
Lógartænastan hevur dagført rundskrivið um lógarsmíð
 
06.02.2019 - 12:24

Nú hava aðalráðini í landsstýrinum onga umbering longur fyri ikki at gera ordiligar lógir. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur dagført rundskrivið um lógarsmíð.

Har verður greitt frá, hvussu lógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Eisini fæst innlit í, hvørji krøv verða sett til innihaldið í viðmerkingum um hesi uppskot.

Skal lætta um lóggávuarbeiðið

- Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið hjá stjórnarráðunum og stovnum undir landinum. Vit hava tí sett rundskrivið upp soleiðis, at tað eisini kann nýtast sum eitt uppslagsverk. 

Í rundskrivinum verður greitt í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu uppskotini skulu setast upp tøkniliga. Fleiri dømi í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum.

- Men tey eru eisini lagað til, so tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, sum verða settar í hesum rundskrivinum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979