Løgtingið góðkent landsroknskapin

Løgtingið góðkent landsroknskapin
 
06.02.2019 - 18:21

Løgtingið hevur góðkent landsroknskapin fyri 2017.

Grannskoðararnir vístu á fleiri viðurskifti, sum ikki eru í lagi, m.a. tá ið ræður um at halda játtanarreglurnar, vantandi avgerðir hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum í málinum um, at Landsverk skuldarbindur landið í sambandi við Asfaltverkið á Sundi, eins og fyrivarni verður tikið fyri roknskapinum fyri sjúkraviðgerð uttanlands.

Fíggjarnevndin, sum viðgjørdi uppskotið frá løgtingsgrannskoðarunum, segði í álitinum, at hetta eru viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast, og tað er avgerandi fyri fíggjarstýringina hjá landinum at síggja til, at hetta ikki hendir aftur.

Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrismanni og í síðsta enda løgmanni at tryggja, at hetta verður fingið í rættlag beinanvegin, segði fíggjarnevndin.

Ein samd fíggjarnevnd tók kortini undir við uppskotinum frá løgtingsgrannskoðarunum, og mælti tinginum til at samtykkja tað.

Eitt uppskot um at beina málið aftur í nevnd, fall.

Landsroknskapurin fyri 2017 varð góðkendur við 22 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og tríggjar atkvøður vóru blankar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655