Nýggj samferðsluætlan gjørd

Nýggj samferðsluætlan gjørd
Samferðsluætlan 2018-2030 varð í gjár latin landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen
Samferðsluætlanin er 250 síður.
Mynd: Landsverk  
 
08.02.2019 - 07:59

Samferðsluætlan 2018-2030 varð í gjár latin landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen.

Landsverk og onnur hava gjørt eina nýggja, dagførda samferðsluætlanin fyri Føroyar. 

Endamálið við slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøvum og tørvi.

Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara, og hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini. 

Eisini verður nógv gjørt burtur úr ferðavinnuni, millum annað er brúk er fyri fleiri dvalarvikum fram við landsvegunum. 

Málið er eisini, at tíðin at koyra til høvuðsstaðin og úr høvuðsstaðnum ikki skal vera longri enn ein tími, sama hvar í landinum, fólk eru stødd. 

Hetta er triðja útgávan. Samferðsluætlanin kom fyrstu ferð í 2007 og onnur útgávan kom í 2012.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098