Kristina ikki víðari

Kristina ikki víðari
Í fyrra undanumfarinum í Reykjavík í gjárkvøldið fekk hon ikki nóg nógvar atkvøður til at halda fram
Kristina Bærendsen
 
10.02.2019 - 10:05

Føroyingurin Kristina Bærendsen fer ikki at umboða Ísland í evropeisku sangkappingini í Tel Aviv í Ísrael í ár.

Í fyrra undanumfarinum í Reykjavík í gjárkvøldið fekk hon ikki nóg nógvar atkvøður til at halda fram. Fimm sangir vóru í gjárkvøldið. Tveir teirra halda fram í finaluni 2. mars.

Seinna undanumfarið í Íslandi verður leygarkvøldið. Eingin serkønur dómari er. Fólk avgera, hvør heldur fram í kappingini í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV