Óheppið bara at nevna SEV í lógaruppskotinum

Óheppið bara at nevna SEV í lógaruppskotinum
Føroya handverksmeistarafelag finst at grein um eftirlit í lógaruppskoti um eltrygd
Tað er skeivt bara at nevna SEV í lógaruppskoti um eltrygd, sigur Handverksmeistarrfelagið.
 
12.02.2019 - 07:11

Hví er bara SEV nevnt í greinini um eftirlit í lógini um eltrygd?

Tað er óheppið, sigur Føroya handverksmeistarafelag.

Felagið hevur viðgjørt lógaruppskotið um eltrygd.

Lógaruppskotið heimilar Elnevndini at útveita eftirlit. 

Óheppið

Hetta er í sjálvum sær í lagi, sigur Handverksmeistarafelagið.

Men, sigur felagið eisini, tað er óheppið, at SEV verður nevnt positivt sum tann einasti, sum kann gera hetta eftirlitið. 

Heldur átti at staðið í uppskotinum, at Elnevndin kann við góðkenning landstýrismansins heimila SEV ella øðrum netfelagi at hava eftirlit, sigur Handverksmeistarafelagið.

Felagið sigur, at í øðrum londum er vanligt, at privatar fyritøkur hava hetta eftirlitið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360