Vil uppí evropiskan flogferðslufelagsskap

Vil uppí evropiskan flogferðslufelagsskap
Landsstýrið vil fegið fara uppí evropeiska felagsskapin um flogferðslu, ES avtaluna, sum eitur FELO (Fælles Europæisk Luftfarts Område á donskum)
Atlantic Airways kann flúgva til lond í ES, hóast Føroyar ikki eru í FELO.
 
14.02.2019 - 13:13

ES-nevndin hevur tó ikki hug at taka Føroyar við uttan ein umfatandi greining verður gjørd fyrst. Ikki minst vil ES-nevndin hava kannað, hvat ES fær burturúr at taka Føroyar við.   

Danska stjórnin vil framvegis hjálpa Føroyum at sleppa uppi FELO, sigur Ole Birk Olesen. flutningsmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Magna Arge, fólkatingsmann. 

Í mai 2017 segði ES-nevndin, at skulu Føroyar uppí FELO, krevst uppskot um tað frá ES-nevndini og samráðingar millum partarnar. 

Hetta tekur langa tíð og krevur umfatandi kanning fyri at staðfesta, hvørjar avleiðingar verða, bæði veruligar avleiðingar og fíggjarligar avleiðingar, ikki minst, hvat ES fær burturúr.

Drúgv greining

ES-nevndin mælti til tá í mai 2017, at okkurt annað verður roynt í staðin fyri at Føroyar fara uppí FELO.

Føroyar kunnu eisini gera avtalur við lond í ES og hava eisini gjørt slíkar avtalur. Atlantic Airways flýgur til dømis til Spania.

Hetta verður gjørt sambært tvílandaavtalum, sum Danmark hevur gjørt fyri ríkisfelagsskapin.

Men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið heldur fast uppá, at Føroyar eru við FELO avtaluni. Og danska stjórnin vil hjálpa Føroyum við tí, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343