Rennibreytin í Klaksvík seinkað

Rennibreytin í Klaksvík seinkað
Spakin varð settur í tíðliga í oktober, men nú hevur arbeiðið ligið stilt í tríggjar mánaðir
Tað dregur út at gera rennibreyt í Klaksvík. Arbeiðið hevur nú ligið stilt í tríggjar mánaðir
 
17.02.2019 - 13:53

Arbeiðið, at gera rennibreyt í Klaksvík, dregur út. Spakin varð settur í tíðliga í oktober, men nú hevur arbeiðið ligið stilt í tríggjar mánaðir, tí tað slepst ikki av við avgrevsturin.

Orsøkin er, at tað ikki slepst av við avgrevsturin, sum hevur verið koyrdur í eitt grótbrot á Bumshamri, men har er nú farið at fyllast, skrivar vp.fo

Skuldi verða liðug í ár

Ruskmóttøkan er eisini í hesum grótbrotinum, og um meira avgrevstur skal fyllast í grótbrotið, so má ruskmóttøkan flytast.

Upprunaliga boðaði kommunan frá, at rennibreytin í Klaksvík skuldi verða liðug seinni í ár, 2019. Men á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu stendur nú, at rennibreytin eftir ætlan kann takast í nýtslu í 2020.

Verkætlanin fevnir eisini um ein fótbótlsvøll, sum skal gerast í miðjuni á rennibreytini. Kostnaðarætlanin, fyri at gera nýggju renbnibreytina í Klaksvík, er umleið 36 milliónir krónur, sambært kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762