Sáttmálaloysi rakar higartil bara Ísland

Sáttmálaloysi rakar higartil bara Ísland
Eingin lodnakvota er ásett í Íslandi í ár, og tí fáa føroyingar heldur onga lodnu har 
Eingin lodnuveiða er við Ísland í ár.
 
22.02.2019 - 12:54

Sáttmálaloysið millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi í ár hevur higartil bara rakt Ísland.

Eingin lodnakvota er ásett í Íslandi í ár, og tí fáa føroyingar heldur onga lodnu har. 

Hon plagdi annars at verða fiskað hesa tíðina.

Men rætturin hjá íslendingum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi er ikki í ár, og tað kemur illa við hjá íslendingum.

Íslendingar fiska nú svartkjaft í altjóða sjógvi.

Missa millónir

Í fjør, tá ivi var um sáttmálan millum londini bæði, frættist frá Felagnum nótaskipum, at skipini mistu 50 mió. kr., tí tey kundu ikki fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Í fjør kom tó ein sáttmáli, tá avtornaði.

Sáttmálaloysið nú kemur illa við hjá føroyingum í vár, tí Føroyar hava átt 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, millum annað 2.400 tons av toski.

Sáttmálaloysið er eisini komið á tingborð, tí Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður, hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann, um sáttmálan og um føroyska línuflotan, sum plagar at fiska botnfisk við Ísland fyri 70 mió. kr. um árið, sambært tingmanninum.  

Onkur samráðingarfundur hevur verið millum londini um fiskirættindi í ár og um eina rammuavtalu fyri nógv ár.

Higartil uttan úrslit. Og í løtuni er eingin fundur ásettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890