Opið aftur í Russlandi

Opið aftur í Russlandi
Bakkafrost kann nú aftur selja laks til Russlands
Bakkafrost á Glyvrum kann nú aftur selja laks í Russlandi.
 
25.02.2019 - 13:16

Bakkafrost kann nú aftur selja laks til Russlands.

Í fráboðan til keypsskálan í Oslo fríggjadagin, sigur Bakkafrost, at russisku matvørumyndugleikarnir hava strikað innflutningsbannið, sum kom í gildi í november í fjør.

Í fráboðan 16.november í fjør segði Bakkafrost, at russisku matvørumyndugleikarnir fóru at steðga innflutningi frá Bakkafrosti á Glyvrum um eina viku.

Orsøkin var, at bakteria varð funnin í einum sýni av fráskurði, sum varð innfluttur til Russlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470