Tríggjar viðmerkingar um biogassverk

Tríggjar viðmerkingar um biogassverk
Umhvørvisstovan fekk tríggjar viðmerkingar um biogassverkið hjá partafelagnum Førka, Føroysk náttúrorku, á Hjalla í Hoyvík
Biogassverkið verður á Skarðshjalla í Hoyvík.
 
04.03.2019 - 11:12

Umhvørvisstovan fekk tríggjar viðmerkingar um biogassverkið hjá partafelagnum Førka, Føroysk náttúrorku, á Hjalla í Hoyvík.

Umhvørvisstovan hevur mett, hvørji árin biogassverkið hevur á umhvørvið.

Umhvørvisárinsmetingin hevur verið til hoyringar. Freistin var galdandi til 28.februar.

Umhvørvisstovan hevur fingið tríggjar viðmerkingar um árinssmetingina, millum annað um luktin frá biogassverkinum.  

Viðmerkingarnar verða nú viðgjørdar, áðrenn endaliga umhvørvisárinsmetingin verður gjørd. 

Meting og góðkenning

Ein umhvørvisgóðkenning skal eisini gerast.

Metingin og góðkenningin kunnu kærast til Heilsu- og Innlendismálaráðið, tá tær eru lýstar.    

Biogassverkið kann taka 100.000 tons av lívrunnum burturkasti árliga. 

Ætlanin er tó í fyrstu atløgu at taka móti 50.000 tonsum.

At byrja við verða neytamykja, skarn frá smoltstøðum og súrløga frá alivinnuni tikin. 

Biogassverkið skal lata Fjarhitafelagnum hita og SEV streym. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065