Nógv fyrivarni fyri Fjøruvegi

Nógv fyrivarni fyri Fjøruvegi
Nógv fyrivarni verða tikin í uppskotinum um Fjøruveg í Runavík og innkomuvegin til Havnar
Fjøruvegurin í Runavík skal gerast av Glyvravegi, gjøgnum fjøruna og eftir havnalagnum í Saltangará og Runavík, og til nýggja tunnilsvegin í Rókini
 
14.03.2019 - 07:00

Løgtingið skal í dag viðgera uppskotini um eina verklagslóg frá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at gera nýggjan Fjøruveg í Runavík og innkomuveg til Havnar í samband við Eysturoyartunnilin.

Fjøruvegurin í Runavík skal gerast av Glyvravegi, gjøgnum fjøruna og eftir havnalagnum í Saltangará og Runavík, og til nýggja tunnilsvegin í Rókini.

Men nógv fyrivarni verða tikin í uppskotinum um prís og liðugtger, sæst í viðmerkingum. Vegurin kann í mesta lagi kosta 35 milliónir krónir, stendur í uppskotinum.

Kostnaðurin takast við fyrivarni

Kostnaðurin fyri vegin skal takast við stórum fyrivarni, tí hon byggir á eitt skitsuprosjekt, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið. Eisini verður skrivað í viðmerkingum, at nógvar fyrireikingar eru eftir at gera.

Ikki fyrr enn øll verkætlanin er prosjekterað, verkætlanin er boðin út, tilboðini eru komin inn, samráðingar hava verið við arbeiðstakarar, og endaligur sáttmáli er gjørdur, kenna vit kostnaðin.

Tað kunnu koma støður fyri í byggitilgongdini, sum broyta kostnaðin, verður skrivað í viðmerkingum til uppskotið.

Nakrar fyrireikingar eftir at gera

Innkomuvegurin til Havnar skal gerast av Kaldbaksvegnum, umvegis Skarðshjalla móti rundkoyringini við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina til Villingardalsvegin.

Hesin vegurin kann í mesta lagi kosta 114 milliónir krónir. Men eisini her verða fyrivarni tikin, sæst í viðmerkingum. Kostnaðarmetingin skal takast við fyrivarni, tí nakrar fyrireikingar eru eftir at gera, verður skrivað í viðmerkingum.

Ikki fyrr enn øll verkætlanin er prosjekterað, verkætlanin er boðin út, tilboðini eru komin inn, samráðingar hava verið við arbeiðstakarar og endaligur sáttmáli er gjørdur, kenna vit kostnaðin. Tað kunnu koma støður fyri í byggitilgongdini, sum broyta kostnaðin, verður sagt í viðmerkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263