Kvinna hevur játtað seg seka

Kvinna hevur játtað seg seka
Eldurin í einum sethúsum í Havn seinnapartin í gjár var ásettur
 
11.04.2019 - 13:53

Eldurin í einum sethúsum undir Brúnni í Havn tíðliga seinnapartin í gjár var ásettur. Tað staðfesti løgreglan skjótt. Ein ung kvinna varð tikin á staðnum, og hon játtaði seg seka.

Familja hjá kvinnuni býr í húsunum, sum eru illa farin av eldi, royki og vatni, hóast eldurin varð skjótt sløktur, sambært Kanningardeildini hjá løgregluni.

Eitt annað fólk var í húsunum, tá eldur kom í á loftinum, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan fer at avhoyra kvinnuna seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391