HB vann á KÍ

HB vann á KÍ
HB syrgdi fyri, at KÍ fekk sín fyrsta ósigur í ár
HB vann sannførandi á KÍ
 
19.05.2019 - 19:10

HB vann á KÍ

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í Gundadali, tá HB tók ímóti oddaliðnum KÍ.

HB vísti seg tó til at vera væl omaná, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki var HB longu á odda 3-0. 

Tað eydnaðist tó KÍ at minka um munin beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki økti HB til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Hetta var fyrsti ósigurin hjá KÍ í ár.

NSÍ málveitsla í Hólmanum

NSÍ vann heili 8-1 á EB/Streymi tá liðini møttust á Eiði. Toppskjúttin hjá NSÍ Klæmint Andrasson Olsen skjeyt fimm av málunum.

Hóast EB/Streymur svaraði aftur eftir fyrsta NSÍ málið, so megnaðu teir ikki at fylgja við runavíkingum, sum eyðmýktu sundalagsmenn í 90 minuttir. 

Javnleikur á Argjum

Tað var ein spennandi dystur í botnstríðnum spældur á Argjum, tá AB fekk vitjan av TB.

Argjamenn løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, men TB svaraði aftur í tveimum umførum tá Lus Michael Jeggo skoraði tvey mál áðrenn hálvleik.

Tað, sá leingi út sum, at TB fór at fáa trý stig við sær suður, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, fekk AB tað útjavnandi málið.

Javnleikurin flytir AB upp um ÍF á stigatalvuni.

HB-KÍ 4-1 (3-1)

28 min Dan í Soylu 1-0
33 min Adrian Justinussen 2-0
36 min Ari Mohr Olsen 3-0
43 min Jóannes Bjartalíð 3-1
77 min Dan í Soylu 4-1

EB/Streymur-NSÍ 1-8 (1-5)

1 min Klæmin Andrasson Olsen 0-1
2 min Steffan Løkin 1-1
9 min Klæmint Andrasson Olsen 1-2
29 min Klæmint Andrasson Olsen 1-3
37 min Klæmint Andrasson Olsen 1-4
40 min Jann Benjaminsen 1-5
52 min Klæmint Andrasson Olsen 1-6
70 min Pól Jóhannus Justinussen 1-7
82 min Magnus Hendriksson Olsen 1-8

AB-TB 2-2 (1-2)

8 min  Bárður Olsen 1-0
23 min Lus Michael Jeggo 1-1
35 min Lus Michael Jeggo 1-2
90 min Heri Hjalt Mohr 2-2

Stigatalvan:

KÍ 23
NSÍ 22
B36 21
Víkingur 20
HB 18
Skála 15
TB 9
EB/Streymur 7
AB 4
ÍF 4

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120