Google avmarkar atgongdina hjá Huawei

Google avmarkar atgongdina hjá Huawei
Huawei-telefonir missa nú atgongdina til nýggju Android-stýrisskipanina og ymiskar skipanir hjá Google
 
20.05.2019 - 07:58

Google hevur í nátt gjørt tað soleiðis, at fólk, sum hava Huawei-telefonir ikki hava atgongd til nýggju Android-stýrisskipanina.

Hetta merkir, at tær 2,5 milliardirnar kring heimin, sum hava eina Huawei-telefon verða avmarkað í mun til Google-appir á telefonini.

Millum annað fáa tey, sum hava Huawei telefon, ikki atgongd til til dømis Google Play Store, YouTube og Gmail. Hetta skrivar dr.dk. 

Arbeiða við einari neyðætlan

Avmarkingin kemur í kjalarvørrinum á, at Donald Trump hósdagin gjørdi av, at amerikanskr fyritøkur ikki sleppa at brúka teleútgerð, sum er framleidd av kinesisku risafyritøkuni.

Orsøkin til avgerðina er, at hann metir, at fíggindar hjá USA hava atgongd til innanhýsis samskifti í USA. Hetta er ein stórur missur fyri Huawei, sum hevur stóran marknað í USA.

Huawei boðar eisini frá, at tey longu eru í holt við eina neyðætlan, um brúkarar skuldu mist atgongd til Android-stýrisskipanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949