Theresa May fer frá 7. juni

Theresa May fer frá 7. juni
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur júst boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í konservativa flokkinum 7. juni
Theresa May fer frá um tvær vikur, hevur hon júst boðað frá í røðu uttan fyri Downing Street nummar 10
Mynd: AP  
 
24.05.2019 - 10:10

Theresa May ætlar at verða sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin. May helt røðu uttan fyri Downing Street nr. 10.
 

Theresa May hevur til fánýtis roynt at sannføra stjórnina og konservativa flokkin um, at avtalan, sum hon hevur gjørt við ES, var rætta kósin at halda.

Tríggjar ferðir hevur undirhúsið felt uppskotið um avtaluna. Theresa May hevur verið forsætisráðharri og leiðari í konservativa flokkinum síðani í juli í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572