Skuldsettur fyri dráp

Skuldsettur fyri dráp
Ein ungur maður er í Føroya Rætti fyrrapartin skuldsettur fyri dráp. Maðurin noktar seg sekan
 
20.06.2019 - 10:03

21. november í 2012 varð 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin deyð við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund.

Hóast málið er gamalt, so var ungi maðurin handtikin klokkan 11:19 fyrrapartin í gjár, og hann var koyrdur í grundlógaravhoyring klokkan 9:15 fyrrapartin í dag.

 >> SÍ EISINI Handtikin í máli um "illgrunasamt deyðsfall"

Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri at hava dripið ta tá 16 ára gomlu gentuna, Mariu Fuglø Christiansen.

Sambært skuldsetingini skal maðurin hava druknað hana, ikki eftir klokkan 02:42, náttina til 21. november í 2012.

Grundlógaravhoyringin fer fram fyri afturlatnum hurðum. Nú skal Føroya Rættur gera av, um ella hvussu leingi maðurin skal varðhaldsfongslast, meðan málið verður kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166