Kvinna tekur við eftir kvinnu í Hvannasundi

Kvinna tekur við eftir kvinnu í Hvannasundi
Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu fer í nýtt starv, og tí verður borgarastjóraskifti í Hvannasundi
Hvannasunds kommuna fær nýggjan borgarstjóra 1. august
 
25.06.2019 - 11:40

Tann 1. august tekur Ingrid Petersen við starvinum, eftir at Irdi Jacobsen hevur biðið bygdaráðið um at verða loyst úr starvinum.

Hon verður tó sitandi í bygdaráðnum. Irdi Jacobsen er í farloyvi úr starvi sínum sum lærari í Miðnámi á Kambsdali.

Tí síðani 1. januar í fjør hevur borgarstjórastarvið í Hvannasundi verið eitt starv burturav. Nú hevur Irdi Jacobsen fingið annað starv, sum hon tekur fram um borgarstjórastarvið.

Irdi Jacobsen verður fíggjarleiðari hjá Faroe Origin. Hon hevur eisini boðað Miðflokkinum frá, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið kortini.

Nýggi borgarstjórin

Ingrid Petersen er 46 ára gomul, og hon býr í Norðdepli. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í útbúgving og læring.

Ingrid Petersen var nummar fýra á B-listanum í Hvannasunds kommunu á kommunuvalinum í 2016. Hon fekk 18 atkvøður.

Irdi Jacobsen var eisini á lista B. Hon fekk nógv flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2016, 67 atkvøður. Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað, sum eftir er av valskeiðinum. Tað endar á nýggjárinum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552