- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk ansaði ov illa eftir pengunum
Landsverk átti at ansað betur eftir pengunum, tá skúladepilin við Marknagil varð bygdur. Løgmaður hevur reinsað aðalstjórarnar í Samferðslumálaráðnum og í Mentamálaráðnum.
Men, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovnuni, sum kom í gjár, Landsverk hevði ein stjóra, hvørs fakligu førleikar og royndir áttu at havt við sær, at hann var fult førur fyri átaka sær uppgávuna at skipa arbeiðið á Landsverki á nøktandi hátt.
Hann skuldi síggja til, at nøktandi mannagongdir vóru, sum kundu tryggja, at tamarhald var á útreiðslunum.
Afturat sær hevði stjórin á Landsverki starvsfólk við viðkomandi førleikum til at síggja til, at tamarhald var á penganýtsluni og fíggjarstýringini í sambandi við verkætlanina at byggja skúladepil við Marknagil, stendur í frágreiðingini hjá løgmanni.
Har stendur eisini, at alt bendir á, at meirnýtslan uttan heimild hendi stutt áðrenn, skúladepilin varð tikin í brúk í august í fjør.
Semja um meirnýtsluna
Tað tykist eisini vera semja um, at meirnýtslan í høvuðsheitum skyldast, at manglar vóru í prosjektinum, at samsvar ikki var millum arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistarnar, og, at nógvir feilir vóru í byggingini, sum máttu rættast.
Men Landsverk upplýsti tvørturímóti í øllum tíðarskeiðinum, fram til oktober 2018, at játtanin til byggingina fór at halda, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni.
Sambært Landsverki bar ikki til at staðfesta fíggjarligu avleiðingarnar fyrr enn í september og oktober 2018. Skúladepilin við Marknagil kostaði stjóranum í Landsverki, Ewaldi Kjølbro, starvið.
Royna semju við BIG
Landsverk ætlar at fáa semju við høvuðsráðgevan í sambandi við, at skúladepilin við Marknagil er bygdur. Høvuðsráðgevin er danska fyritøkan hjá arkitektinum Bjarke Ingels, BIG eitur fyritøkan.
Løgmansskrivstovan tosaði við Landsverk 21.juni um skúladepilin. Á tí fundinum upplýsti Landsverk, at í næstum verður fundur við BIG, fyri at fáa greiðu á, um til ber at enda málið við semju.
Upplýst varð eisini, at einki formligt krav er latið BIG um endurgjald fyri manglar í ráðgevingini hjá BIG, verður sagt í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni, sum kom í gjár.
Var í lagi á ólavssøku
Har stendur eisini, at Landsverk upplýsti, at fíggjaryvirlitið hjá Landsverki 31. juli í fjør vísti, at 587 milliónir krónur vóru brúktar av játtanini til skúladepil við Marknagil.
Tá, 31. juli í fjør, vóru 48 milliónir krónur eftir av játtanini. Og játtanin fór at halda, segði Landsverk tá.
Av tí at starvsfólk hjá Landsverki sum skilst hvørt í sínum lagi gjørdu avtalur um arbeiði og ikki høvdu tíð at skráseta hesar avtalur í fíggjarstýringarskipanina, misti Landsverk yvirblikkið, og einki tamarhald var tí á fíggjarstýringini, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni.
Sambært leiðsluni, sum nú er á Landsverki, er líkt til, at flestu avtalurnar, sum gjørdu, at peningur varð brúktur, sum ikki var játtaður, vórðu gjørdar frá mai 2018 og nakrar mánaðir fram.
Skúladepilin varð tikin í brúk í august í 2018.