U17 landsliðið vann bólkin

U17 landsliðið vann bólkin
U17 landsliðið hevur spælt seg víðari og hevur gott útgangsstøði í miðumfarinum
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
03.07.2019 - 11:27

Føroyska U17-landsliðið í hondbólti hevur tryggjað sær fyrsta plássið í Bólki C í European Open-kappingini, sum verður spæld í Svøríki.

Í morgun vunnu Føroyar fjórða dystin á rað við 28-23 sigri á Georgia. Føroyar vóru á odda 16-11 í hálvleikinum.

Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við tíggju málum. 

Stendur á jøvnum í stigum eru innanhýsis dystirnir avgerandi. Føroyar hava vunnið á bæði Spania og Norra, og tí kunnu tey ikki fáa Føroyar aftur á ovasta plássi.

Bólkasigurin hevur við sær, at Føroyar fáa tvey stig við sær miðumfari, har teir fara í bólk saman við trimum øðrum londum. Vinnarin av tí bólkinum skal spæla finalu. 

U17 landsliðið spælir síðsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum seinnapartin í dag klokkan 16.30. Tá er Ísrael mótstøðuliðið.

Norra og Spania møtast eisini seinnapartin. Tann dysturin avgerð, hvør fer víðari sum nummar tvey.

Støðan í bólki C

1.Føroyar 4.dystir 8
2.Spania 4.dystir 6
3.Norra 4.dystir 6
4.Ísrael 4.dystir 4
5.Georgia 4.dystir 0
6.Estland 4.dystir 0


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770