Løgreglan ávarar um MDMA-rúsevnið

Løgreglan ávarar um MDMA-rúsevnið
Ein maður varð innlagdur um vikuskiftið, tí hann hevði tikið vandamikla rúsevnið MDMA, sum løgreglan sigur er í vøkstri í Føroyum
Ein ungur maður hevði fríggjakvøldið tikið ov nógvar MDMA-tablettir og mátti í skundi koyrast á Landssjúkrahúsið, har hann kom undir viðgerð
 
15.07.2019 - 12:37

Rúsevnið MDMA varð staðfest á G! festivalinum í ár. Ein ungur maður hevði tikið ov nógvar tablettir og mátti í skundi koyrast á Landssjúkrahúsið, har hann kom undir viðgerð.

Alt spældi - tá avtornaði - væl av, tá ein ungur drongur varð koyrdur á Landssjúkahúsið fríggjakvøldið, eftir at hava verið á G! festivali, og har hann hevði tikið ov nógv av rúsevninum MDMA.

Klokkan 20:50 fríggjakvøldið ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at vinmaður hansara var sera illa fyri, tí hann hevði tikið hetta rúsevnið.

Løgreglan: MDMA vindur uppá seg

Samarittar og ein lækni komu til mannin, og avgjørt var, at sjúkrabilur í skundi skuldi koyra hann á Landssjúkrahúsið. Maðurin kom undir læknahond, og fekk tað seinni betri, men hann var sambært løgregluni illa fyri, tá hann kom á sjúkrahúsið.

Tey løgreglufólk, sum vóru á G!, fóru síðani at leita eftir rúsevnum, men funnu eingi. Dávur Magnussen frá rúsevnadeildini sigur, at MDMA er við at vinda uppá seg.

Løgreglan og tollarar hava fleiri ferðir seinastu tíðina lagt hald á evnið - bæði tá fólk eru á veg inn í landið, eins og fólk eru tikin í náttarlívinum við evninum uppi á sær.

Rúsevnið kann vera deyðiligt

MDMA er eitt eftirgjørt rúsevni, sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnu-hormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við. 

Dávur Magnussen frá rúsevnadeildini sigur, at dømir eru úr útlandinum - millum annað úr Danmark - har ungfólk eru deyð, eftir at hava tikið MDMA. Í Føroyum eru álvarsligir skaðar ikki staðfestir enn, og hendingin farna fríggjakvøld er tann ógvusligasta higartil.

MDMA verður bólkað sum rúsevni í tí harðara endanum, sum Dávur Magnussen orðar tað. Í mun til bót og revsing, verður evnið umróknað til ekstasy-tablettir, og so verður revsingin ásett. Er talan um heilt stórar nøgdir og sonevndar bakmenn, kann revsingin verða fongsul heilt upp í 14 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377