Leiga fyri 68.000 um mánaðin hóast høli eru tøk

Leiga fyri 68.000 um mánaðin hóast høli eru tøk
Fiskimálaráðið rindar 816.000 krónur í leigu fyri skrivstovuhølini hjá sær Yviri við Strond í Havn, hóast onnur høli standa tóm og bíða í Tinganesi
Fiskimálaráðið leigar skrivstovuhøli í hesum bygninginum Yviri við Strond í Havn, hóast onnur høli standa standa tóm og bíða
 
17.07.2019 - 12:50

Ráðið skuldi eftir ætlan flyta inn í sethúsini í Tinganesi í novembur 2018, men hetta er útsett til um árskiftið. Nú er avgjørt, at eingin flyting verður í hesum valskeiðinum.

Sethúsini í Tinganesi, sum Fiskimálaráðið skuldi flyta inn í, eru annars klár og standa sum nú er og bíða.

Eingin viðmerking frá landsstýrismanninum

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskimálaráðnum, hevur tikið avgerðina um fyribils at avlýsa flytingina.

Hetta hevur hann gjørt í samráð við aðalstjóran og starvsfólkini í ráðnum. Rógvi Reinert sigur eisini, at leigan hjá fiskimálaráðnum er umleið 68.000 krónur um mánáðin, meira enn 800.000 krónur um árið.

Kringvarpið ætlaði at gera spyrja landsstýrismannin, Høgna Hoydal, hví Fiskimálaráðið leigar fyri 68.000 krónur um mánaðin Yviri við Strond, tá høli eru klár á Tinganesi, men landsstýrismaðurin var upptikin fyrrpartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744