- Tíðindi, mentan og ítróttur
KOKS má rigga av
KOKS noyðist at gevast við matstovuvirkseminum Frammi við Gjónna 1. september, hóast allir lokalir myndugleikar hava givið sína tilsøgn til, at virksemið kann halda fram í tvey ár afturat.
Yvirfriðingarnevndin hevur nevniliga tikið lokalu friðingar- og kommunalumyndugleikarnar av ræði í málinum og noktar at leingja loyvið hjá KOKS.
Hetta vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í málið. Í buktini liggur ein minni bygningur, sum Gist og Vist hevur bygt á økinum til at hýsa einum køki og starvsfólkavesi.
>> SÍ EISINI KOKS skal út
"Til kunningar skal upplýsast, at Tórshavnar kommuna er jaligt sinnað í mun til umsóknina hjá KOKS, at fáa longt fyribilsloyvið við tveimum árum."
Soleiðis skrivar Tórshavnar Kommuna í hoyringssvari longu í januar til umsóknina hjá KOKS um at fáa longt fyribilsloyvið at reka matstovu frammi við Gjónna við Leynavatn við tveimum árum.
Tórshavnar Kommuna vísir á, at kommuna hevur sent máið til ummælis hjá øllum avvarandi myndugleikum, sum allir geva sítt viðmæli at leingja loyvið. Teir eru: Landsverk, Náttúrufriðingarnevndin, Kollfjarðarnevndin og Búnaðarstovan.
Yvirfriðingarnevndin tekur myndugleikarnar av ræði
Kvívíkar kommuna, sum eisini hevur fingið umsókina frá KOKS til ummælis, setir seg heldur ikki upp ímóti at leingja loyvið.
Harvið hava allir lokalir kommunalir- og friðingarmyndugleikar viðmælt at leingja fyribilsloyvið hjá KOKS at reka matstovuvirksemi við Leynarvatn við tveimum árum.
Men Yvirfriðingarnevndin tekur allar hesar myndugleikar av ræði og noktar 11. marts at leingja fyribilsloyvið hjá KOKS.
Ein minni bygningur liggur í buktini
Trupulleikin er ikki sjálvt matstovuvirksemið í ognini hjá Betri Banka frammi við Gjónni, sum er fevnd av náttúrufriðingarlógini.
Í buktini liggur hinvegin ein minni bygningur, sum Gist og vist hevur bygt til at hýsa einum lítlum køki og starvsfólkavesi.
Hesin bygningur liggur omanfyri sjálvan høvuðsbygningin, har fólk sita og eta, og er bygdur eins og ein hjallur í líki og sniðið. Bygningur kom fyri ein annan, útslitnan blikk-klæddan bygning, sum stóð har frammanundan.
Undantaksloyvið gongur út 1. september
Yvirfriðingarnevndin vísir til §6 í náttúrufriðingarlógini, sum Yvirfriðingarnevndin sigur ásetir, at øll nýbygging á friðað økinum frammi við Gjónna skal hava beinleiðis tilknýti til landbrúk.
Í sínum noktandi svari, vísir Yvirfriðingarnevndin á, at hon í síni tíð gav loyvi til, at nýggi bygningurin varð bygdur á friðaða økinum, tí hann eftir ætlan skal latast bóndanum at brúka til sítt landbrúk, tá KOKS gevst frammi við Gjónna.
Yvirfriðingarnevndin vísir eisini á, at hon bert hevur heimild at geva undantaksloyvi í eitt ár til, at nýggi bygningurin verður brúkt til annað endamál enn landbrúk. Undantaksloyvið gongur út 1. september.
Savna inn undirskriftir
Einasta felag, ið hevur fingið málið til ummælis, og sum er ímóti at leingja loyvið hjá KOKS í tvey ár, er Sílaveiðufelagið. Víðagitna matstovan, sum hevur tvær Michelin-stjørnur, hevur nógvar stuðlar bæði her heima og uttanlands.
Stuðlarnir hava skipað fyri einari undirskriftinnsavnan í einari roynd at sannføra Yvirfriðingarnevndina um, at matstovan skal sleppa at halda fram Frammi við Gjónna við Leynavatn.
Higartil hava 1900 fólk skrivað undir mótmælisskrivið, men talið vekstur støðugt. Eftir ætlan verða undirskriftirnar handaðar Yvirfriðingarnevndini 26. august.