Yvir 100 hava goldið fyri at sleppa oman á Lógv

Yvir 100 hava goldið fyri at sleppa oman á Lógv
Yvir hundrað fólk hava brúkt portrið í Saksun fyrstu vikuna fyri at sleppa oman á Lógv, sigur festarin, André Kruse, sum hevur sett upp portrið
Gjaldstøðin í Saksun. Nógv venda við, tá tey síggja hana.
 
13.08.2019 - 12:02

Yvir hundrað fólk hava brúkt portrið í Saksun fyrstu vikuna fyri at sleppa oman á Lógv, sigur festarin, André Kruse, sum hevur sett upp portrið.

Gjaldið fyri at sleppa gjøgnum portrið er 75 krónur. Tað er fyri øll, eisini fyri føroyingar. Har ber bara til at gjalda við korti.

Festarin fær pengarnar, teir fara ikki á festikontuna.

Íløgan skal gjaldast

Pengarir verða brúktir til at gjalda íløguna í portrið og terminalin og til at reka hagan, sigur André Kruse.

Eingin hevur kært ella meldað avgerðina um at seta upp portrið og taka pengar fyri at geva fólki atgongd til hagan, sigur festarin.

Hann sigur seg vóna, at poltikararnir skjótt gera reglur um, hvussu ferðafólk og onnur, sum ferðast í haganum og, har sum landbúnaður er, eiga at bera seg at.

André Kruse sigur, at nógv venda við, bæði útlendingar og føroyingar, tá tey síggja portrið.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963