Skógareldur í Amasona: herurin boðsendur

Skógareldur í Amasona: herurin boðsendur
Brasil sendur nú herin at hjálpa til at sløkkja skógareldar sum herja Amazonas. 
 
24.08.2019 - 13:15

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava 73.000 skógareldar verið í Amazonas, til samanberingar vóru 40.000 eldar í fjør.

Granskarar siga, at eldarnir kunnu hava stórar avleiðingar, eisini fyri heimin allan, tí skógurin hevur stóran týdning fyri vistskipanina í øllum heiminum.

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sent hermenn út í økini, har skógareldarnir herja. Hetta kemur eftir, at Frakland og Írland hava sagt, at londini ikki vilja seta í gildi stóran millumlandasáttmála við Suður Amerikanskar tjóðir, um Brasil ikki roynir at steðga skógareldunum. 

Á Twitter skrivar franski forsetin Emmanuel Macron "Okkara hús brennur. Bókstavliga. Amazonas brennur. Heimsins lungu, sum framleiða meira enn 20 prosent av súrevnunum á jørðini".

Brasilski forsetin, Bolsonaro, sigur at skógareldar eru í øllum heiminum, og altjóða tiltøk kunnu tí ikki brúkast, við skógareldunum sum undanførslu.

Hildið verður, at nógvir av skógareldunum eru ásettir, og bóndirnir eru undir illgruna, tí skógareldarnir gera, at størri landbúnaðarøki vera tøk.

Serfrøðingar og umhvørvisfólk siga, at umsitingin hjá Jair Bolsonaro, forseta, hevur givið loyvi til at oyðileggja regnskógin. í gjár gingu umhvørvisbólkar mótmælisgongur í ymsum býum í Brasil. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454