Varastjórin gevst longu

Varastjórin gevst longu
Varastjórin á Landssjúkrahúsinnum við læknafakligari bakgrund, Thomas Schiøler, ið varð settur í starv í november í fjør, hevur sagt seg úr starvi
Thomas Schiøler, ið varð settur í varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum 1. november í fjør, gevst longu
 
01.10.2019 - 14:17

Thomas Schiøler sigur í dag í samrøðu við útvarpið, at hann hevur fingið eitt dreymastarv í Danmark, og at hann tí gevst á Landssjúkrahúsinum.

– Samstarvið við leiðsluna hevur verið gott. Tað kann vera ein avbjóðing, at koma til Føroyar at arbeiða, tá tú ikki hevur røtur her, sigur Thomas Schiøler.

Tað gekk striltið, at seta varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum fyri útivið við einum ári síðani, tá Thomas Schiøler varð settur í starvið 1. november.

Starvið varð lýst leyst tvær ferðir. Ta fyrru ferðina var bara ein umsókn. Seinnu ferðina, starvið varð lýst leyst, komu fimm umsóknir til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666