Maður raktur av høglum

Maður raktur av høglum
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at ein maður í Klaksvík helst varð raktur av byrsuhøglum
Løgreglan kannar ein tilburð, sum fór fram í Klaksvík í gjár, tá ein maður á landi varð raktur av tí, sum hildið verður vóru høgl frá fuglaveiði á vágni
 
05.10.2019 - 09:06

Løgreglan kannar í løtuni ein tilburð, sum fór fram í Klaksvík í gjár, tá ein maður um trý tíðina varð raktur av tí, hildið verður vóru høgl frá byrsuskoti á vágni.

Tað vóru tveir mans í einum báti millum Klaksvík og Ánirnar, ið helst skutu fugl so nær landi, at høglini raktu mannin, sum arbeiddi á kaiini.

Endar kanska við ákæru

Maðurin, sum varð raktur, fekk ikki mein av skotunum, men tilburðurin skal kannast nærri, tí skotið varð so nær landi, at høglini raktu fólk.

Tá løgreglan er liðug við kanningarnar, verður málið latið løgfrøðingum, ið skulu taka støðu til, um teir, ið skutu, skulu ákærast eftir revsilógini.

Teir báðir menninir, ið skutu, vóru í 30-unum og 40-unum, upplýsir Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini í Havn, fyri Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858